fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.2m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 10.10.2018 (20:30)

Stjóraskifti í JFK Heilsølu

Løgtingslimurin Jákup Mikkelsen er farin frá sum stjóri í J.F. Kjølbro Heilsølu. Hann er í staðin blivin nevndarformaður í felagnum. Hans Arni Bjarnason Thomsen er nýggjur stjóri í felagnum. Tað sæst í seinastu broytingunum í partafelagsskránni.

 

Tvey nýggj íverksetarafeløg eru eisini stovnað hesa vikuna, skrivar heimasíðan Business Line.

 

Annað felagið skal stykkja út og selja grundstykki. Talan er um eina útstykking, sum fleiri av traðaránarunum framvið Villingardalsvegnum hava fyrireikað. Hitt felagið er stovnað í Skálabotni og skal reka handil.

 

Umframt hesi bæði feløgini eru fleiri nevndarbroytingar framdar, millum annað í Tutl International og Marjun Heimá – Bernina í Havn.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her