fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 1.8m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 19.04.2017 (12:21)

Stjórin í Skyn farin frá

- Nevndin í Skyn hevur gjørt fráfaringaravtalu við Jón Simonsen, stjóra. Farið verður undir tilgongdina at finna nýggjan stjóra til meklarafyritøkuna í næstum. Hetta skrivar BankNordik á heimasíðuni í  morgun. 

 

 

 

- Jón Simonsen og nevndin í Skyn eru komin ásamt um at enda samstarvið, og tískil fer Jón Simonsen úr stjórastarvinum, sum hann hevur røkt síðani 2010. Rune Nørregaard, kredittstjóri í BankNordik, verður fyribils settur stjóri, inntil nýggjur stjóri er funnin, skrivar bankin. 

 

 

 

 

- Skyn hevur seinastu árini ment seg nógv, og úrslitini hava verið sera góð. Jón Simonsen hevur saman við starvsfólkunum í Skyn staðið á odda fyri góðu gongdini, og vit takka honum fyri góða samstarvið og góðu avrikini. Samstundis fegnast vit um, at vit hava ein sera dugnaligan og eldhugaðan starvsfólkahóp í Skyn, og vit hava tí bjartar vónir fyri framtíðina hjá Skyn, sigur Árni Ellefsen, nevndarformaður í Skyn, á heimasíðuni banknordik.fo

 

 

 

Somuleiðis verður upplýst, at søkt verður eftir nýggjum stjóra til Skyn í næstum.