fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 15.05.2018 (17:55)

Stjórin avger klæðini tú arbeiðir í

- Tað er í síðsta enda upp til stóran at gera av, hvørji klæði starvsfólk kunnu ganga í, men javnstøða skal eisini valda á hesum øki. Sum útgangsstøði kann stjórin áleggja fólki, hvørjum tey skulu lata seg í til arbeiðis. Tað sigur danski stjóri í HK, Kim Jung Olsen, við Ritzau.

 

 

Hetta kemur í kjalarvørrinum av, at starvsfólk á danska Jyllands-Postinum fingu boð frá ábyrgdarblaðstjóranum um, hvørji klæði tey skuldu ganga í. Vanliga verður hetta annars sett í sambandi við arbeiðsbúnar, men tað er eisini í lagi, at stjórin avger slík viðurskifti, har eingir búnar eru.



Ábyrgdarblaðstjórin Jacob Nybroe sendi í telduposti boð um, at hann væntaði starvsfólk lótu seg í ”vanlig, hálvkonservativ klæði”, og víðari, at stuttar buksur ikki vóru í lagi, um enn tað var heitt í veðrinum. Sambært Kim Jung Olsen er einki galið við hesum, so leingi starvsfólkini verða eins viðfarin.



- Stjórin kann altíð gera nýggjar reglur fyri klæði, um bara reglurnar galda fyri øll starvsfólk. Tað merkir, at stjórin ikki hevur púra fríar teymar, tí tað skulu vera greiðar reglur og tær skulu vera kynsneutralar, sigur hann, og vísir á, at tað kortini kunnu vera nøkur ivaáml.



- Tað eru nakrar grásonur í mun til longdina á niðurdeilum, sigur hann og vísir á, at danska Arbeiðseftirlitið viðmælir, at arbeiðsklæði eru leys og løtt, men í síðsta enda er tað arbeiðsgevarin, sum bestemmar. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her