Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 12.03.2019 (09:27)

Sjúkrahússtjórin hevur sagt seg úr starvi

Jóanis Erik Køtlum hevur nú sagt seg úr starvinum sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri fyri sjúkrahúsverki Føroya. Tað boðar Heilsumálaráðið frá í morgun. Jóanis Erik Køtlum vil verða loystur úr starvinum sum skjótast, og Heilsu- og innlendismálaráðið hevur játtað at ganga umbøn hansara á møti. Jóanis Erik Køtlum gevst sostatt í starvinum í dag.

 

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg hevur heitt á Margit Stórá, varastjóra, um at taka við starvinum sum virkandi sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri fyri Sjúkrahúsverk Føroya frá 12. mars 2019 at rokna og til starvið verður sett av nýggjum.

 

Í sambandi við, at sjúkrahússtjórarnir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi eisini gevast í starvi sínum í summar verður í næstum farið undir at lýsa eftir nýggjum leiðslutoymi til ovastu leiðslu í Sjúkrahúsverki Føroya, sigur Heilsumálaráðið.

 

Tað er bara eitt gott ár síðani Jóanis Erik Køtlum tók við starvinum, tí tað gjørdi hann fysta januar í 2018.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her