fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 02.01.2018 (14:45)

Stjórin í Tórshavnar Sløkkiliði sendur til hús

Stjórin í Tórshavnar Sløkkiliði, Kartni Jacobsen, er koyrdur til hús. Tað váttar Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, fyri Kringvarpinum í dag.

 

 

Orsøkin er óviss, og Bjørgfríð Ludvig vildi ikki gera viðmerkingar til ætlanarskrivið um uppsøgn, sum Kartni Jacobsen fekk fyri jól, og segði við Kringvarpið, at talan er um persónlig viðurskifti. 

 

 

Heini Østerø fyribils settur sum stjóri fyri Tórshavnar Sløkkiliði. Kartni Jacobsen hevur til 17. januar at svara ætlanarskrivinum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her