Leita á in.fo

Tveir mans sveisa rør saman í arbeiðnum at leggja fjarhita oman ígjøgnum býin

Áki Bertholdsen 12.10.2017 (12:10)

Størri og størri parturin av Havnini verður grøn

Fjarhitaskipanin í Havnini verður alsamt bygt út. Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum í Havn, sigur, at nú eru tey komin væl á veg at binda Gundadal upp í fjarhitan, og tað hevur við sær, at útlátið CO2 minkar munandi.

 

Í ár eru fjarhitarør løgd oman ígjøgnum Villingardal, og hildið hevur verið fram at leggja rør oman ígjøgnum Gundadal. Í fyrstu syftu er tað teir stóru bygningarnir, BankNordik, FSF-Húsið og Ítróttarhøllin, sum verða knýttir upp í

 

Men Hans Christian Dam sigur, at ætlanin er at halda fram at leggja fjarhita oman ígjøgnum býin, og næsta ár kunnu Finsen, SMS, nýggja politistøðin í Húsagøtu, Svimjihøllin, og aðrir stórir bygningar knýta seg í fjarhitakervið. Og tá ið ætlaði langhylurin verður bygdur, verður eisini hann knýttur upp í.

 

Hann sigur, at tá ið teir stóru orkuslúkarnir eru knýttir upp á, ber til at fara eftir sethúsunum eisini.

 

Stjórin sigur, at Fjarhitafelagið fær støðugt fleiri brúkarar. Í 2000 hevði felagið 347 brúkarar, og í dag eru teir 1100 í tali, og teir eru í Hoyvíkshaganum, Blómubrekku, Berjabrekku, Gundadali og á Hjalla.  

 

Tað er hitin frá Brennistøðini á Hjalla, sum verður gagnnýttur í fjarhitaskipanini, og Hans Christian Dam sigur, at enn er nógv orka eftir.

 

Tá ið nýggja verkið á Sundi verður tikið í nýtslu, verður eisini tað knýtt upp í Fjarhitafelagið. Arbeitt verður eisini við eini ætlan um at fáa vindorku inn á skipanina, og hann væntar, at tað verður veruleiki um eini um tvey ella kanska, trý ár. Og longur frammi í tíðini verður eisini arbeitt við tankanum um at fáa sjóhita upp í skipananina.

 

Fjarhitin kostar 70 oyru kilowatttímin og Hans Christian Dam sigur, at tað er áleið tað sama, sum tað kostar at hita húsini við øðrum orkukeldum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her