fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 2.1m/s

Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 12.10.2017 (14:21)

Størri rækjukvota í Vesturgrønlandi

Í 2018 kunnu fiskast tilsamans 105.000 tons av rækjum í Vesturgrønlandi. Hetta er ein øking á 17 prosent í mun til seinastu ráðgeving, sum var 90.000 tons.

 

Hinvegin verður ikki mælt til nakra broyting í Eysturgrønlandi, har tilmælið er 2000 tons.

 

Bæði lívfrøðiligar kanningar og veiðihagtøl siga, at rækjustovnurin í Vesturgrønlandi er veksandi.

 

Útrokningar hjá granskarum vísa, at stovnurin liggur á einum burðardyggum støði, og mett verður, at nøgdin av rækjum í havinum liggur oman fyri støðið, sum skal til fyri at tryggja burðardygga gagnnýtslu av stovninum.

 

- Góða gongdin í Vesturgrønlandi sæst tó ikki í Eysturgrønlandi, har rækjustovnurin í fleiri ár hevur verið á einum lágum støði, skrivar grønlendska heimasíðan - www.sermitsiaq.ag - í dag.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her