Dagfinn Olsen 09.08.2018 (18:46)
Størsti pallur nakrantíð
Vanliga er stóri pallur á Summar Festivalinum landsins størsti tónleikapallur. Í ár er pallurin uppaftur størri, enn hann plagar at vera. Talan er um størsta tónleikapall, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum.
Risapallurin ger tað møguligt at hýsa stórum altjóða nøvnum sum Zara Larsson, Aqua og Roger Hogdson, og tá ið tað kemur til ljóð og ljós er pallurin eisini á altjóða stigi.
– Vit leggja stóran dent á, at umstøðurnar á Vágsbø eru á altjóða stigi, tí vit vilja geva føroyingum konsertir við altjóða nøvnum, sum tey annars bert kunnu uppliva uttanlands, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.
Ljóðtøkni hevur øll árini havt ábyrgd av ljóð- og ljósútgerð á Summar Festivalinum, og útlendskir veitarar lata eisini pall og útgerð til festivalin.
Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á
red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum –
trýst her
Mest lisið
Ein býarmynd farin: Johan Restorff deyður |
|
- Eg skilji ikki eg yvirlivdi |
|
Hetta er ein sterk søga at fortelja útlendingum |
|
Elia Enghamar maskottur á Anfield |
|
Eysturskúlin í Havn fingið nýggjan stjóra |
|
Happarar mugu gjalda 2,2 miljónir |
|
Heimsins størsta býfluga funnin |
|
Gongur illa at avgreiða eitt mál sum stór ósemja er um |
|
Fekk nýggja nøs í føðingardagsgávu |
|
Ein av størstu turrdokkum í Evropa |
|
Fekk Henrik Old sín vilja hevði tað sæð øðrvísi út |
|
Hagen-málið: Geva seg ikki til kennar |
|
Hevði Breivik sum fyrimynd: Ætlaði at drepa frá hond í USA |
|
Ætla at ala krækling |
|
Ein nýggjur Markus |
|
Sonni fingið nýtt starv |
|
Noyðast at bíða í átta ár eftir at fáa tunnil |
|
Føroyar steingja fyri ferðafólk vegna varðveiting |
|
Unga Sjálvstýri nýggja nevnd |
|
Tað passar ikki at ferðafólkaskip dálka so illa |
|
Vilja hava pengar til fýra hassj-hundar afturat |
|
Skulu veita lærarunum ráðgeving |
|
Pápar skulu verða longri í barnsburðarfarloyvi |
|
Eitt stórt framstig hjá teimum sum ferðast við Teistanum |
|