Stoffskiftisfelagið heldur kunningarfund í Havn

Leygardagin 29. september kl. 13-16 skipar Stoffskiftisfelagið fyri almennum kunningarfundi í Kongshøll á Vestarubryggju í Tórshavn

Leygardagin 29. september kl. 13-16 skipar Stoffskiftisfelagið fyri almennum kunningarfundi í Kongshøll á Vestarubryggju í Tórshavn.

 

Á fundinum heldur Allan Carlé, yvirlækni og granskari við Aalborg Universitetshospital, fyrilestur um at skilja stoffskiftissjúkuna um, hvussu tað ber til at man følir seg sjúkan hóast læknin er nøgdur við blóðroyndirnar - ein roynd at skilja hvønn annan og sjúkuna.

 

Forkvinnan í  danska stoffskiftisfelagnum, Jytte Flamsholt Christiansen, og Lone Willumsen, ráðgevi hjá danska felagnum, luttaka eisini á fundinum við kunning um danska felagið.

 

Høvi verður eisini at seta spurningar á fundinum.