Leita á in.fo

Hallur av Rana 12.01.2019 (10:02)

Stókkholm vil hava vetrar-OL

Svenski høvuðsstaðurin hevur nú alment gjørt greitt, at býurin ynskir at vera vertur fyri vetrar-OL í 2026. Fyriskipararnir hava nevniliga sent eina almenna umsókn til olympisku nevndina, har greitt verður frá hvussu leikirnar skulu haldast. Tað skrivar Ritzau tíðindastovan.


Heitið á almenna boðnum er Stockholm Åre 2026 og lagt verður upp til, at leikirnir verða hildnir í svensku býunum Stokkhólm, Falun og Åre, umframt lettiska býnum Sigulda.


Ætlanin er at flestu kappingarnar skulu vera í svenska høvuðsstaðnum, men kappingarnar í alpuskíðrenning skulu haldast í Åre, skíðlop í Falun og skreiðikappingarnar í Sigulda í Lettlandi.


Atkvøðugreiðslan um hvør fær leikirnar verður í juni, tá limalond skulu velja millum svenska boðið og italsku býirnar Milano og Cortina d'Ampezzo.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her