Stór brúgv í Genova datt niður

Ein stórur partur av eini stórari motorvegbrúgv við havnarbýin Genova í Italia er dottin nógvar metrar niður. Myndugleikarnir óttast fyri, at fleiri bilar vóru á brúnni

Ein stórur partur av eini stórari motorvegbrúgv við havnarbýin Genova í Italia er dottin nógvar metrar niður. Myndugleikarnir óttast fyri, at fleiri bilar vóru á brúnni

 

Talan er um eina fýrabreytaða brúgv, sum er dottin niður. Enn eru ongar fráboðanir um deyð ella særd, upplýsa myndugleikar á staðnum fyri tíðindastovuni Ansa.

 

Brúgvin gongur uppi yvir einum parti av býnum. Sambært Ansa er tað ein partur av brúnni, sum er nógvar metrar høg, sum er dottið niður.

 

Myndugleikarnir óttast, at »fleiri bilar« allarhelst hava verið á brúnni.

 

Á heiamsíðuni hjá Ansa, ansa.it, síggjast videoupptøkur úr Genova, har ein av stúttunum, sum heldur brúnni uppi, er horvin saman við einum longum parti av brúnni.

 

Franco Nativo, ein lokalur tíðindamaður, sum var á stðanum, sigur, at hann sá minst átta til tíggju bilar knústar undir brotstykkjunum.

 

– Hetta er sera óhugnaligt, sigur Nativo við sjónvarpstøðina SkyTG24.

 

Tíðindastovan Reuters endurgevur italska flutningsmálaráðharran fyri at siga, at tað sær út til at vera ein »umfatandi sorgarleikur«

 

/ritzau/dpa