fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 5.7m/s

Leita á in.fo

Jóannes Hansen 02.01.2018 (23:30)

Stór framgongd norðuri hjá Irdi

Á nýggjárinum fór borgarstjórin í Hvannasunds kommunu í farloyvi frá sínum borgarliga starvi. Nú er hon fulltíðar borgarstjóri.

Irdi Jacobsen er borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, og hon og hini í kommununi kunnu fegnast um, at tað er nógv virksemi, og at inntøkurnar eru støðugt vaksandi.

 

Fyribils uppgerðin hjá Taks fyri 2017 vísir, at lutfalsligi vøksturin í kommunuskattinum í Hvannasunds kommunu var 21,59 prosentum. Tað svarar til ein vøkstur uppá 2.586.416 krónur. Inntøkan var 14.567.227 krónur.

 

Lutfalsliga var størsti vøksturin í kommunuskattinum í Fugloyar kommunu. Har øktist kommunuskatturin 26,62 prosent. Merkisvert er tað, at í desember var skattainntøkan í Fugloy 44,56 prosent størri enn árið fyri. Samlaði vøksturin í fjør var 474.584 krónur. Skattainntøkan var 2.257.652 krónur.

 

Í Kunoyar kommunu lækkaði skattainntøkan 5,49 prosent ella 258.688 krónur.

Í hinum kommununum í Norðoyum hækkaði skattainntøkan:

Viðareiði 7,33 % ella 912.547 krónur

Klaksvík 7,25 % ella 13.130.334 krónur


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her