fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 3.3m/s

Leita á in.fo

- Stórar lønarhækkingar kunnu føra til uppsagnir, verri kappingarføri og minni vælferð, sigur Kristina Háfoss.

Vilmund Jacobsen 12.01.2018 (19:56)

Stór lønarhækking merkir uppsagnir

- Fáa vit størri lønarhækkingar enn tað, sum samfelagið megnar at bera, kann hetta føra til uppsagnir, verri kappingarføri og minni vælferð. Lønarhækkingar mugu vera fíggjarliga og búskaparliga skynsamar,

 

Tað segði Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðharri, í dag, tá hon fekk handað skriv frá fleiri fakfeløgum, sum boðaðu landsstýriskvinnuni frá, at tey ætla sær at fara í samhugaverkfall fyri at stuðla Pedagogfelagnum.

 

Fíggjarmálaráðharrin legði dent á, at lønarkarmurin fyri samráðingarnar hesaferð varð lagdur, tá tey gjørdu sáttmála við Starvsmannafelagið í heyst.

 

Hon segði seg ynskja, at lønarkarmurin í teimum samráðingum, sum eru og sum stunda til verður á leið hin sami, sum semja fekst um við Starvsmannafelagið.

 

- Vit høvdu væntað, at lønarhækkingin á almenna arbeiðsmarknaðinum næstu tvey árini fer at liggja um einar 110 miljónir krónur tilsamans, men tað, sum fakfeløgini stíla eftir, er so nógv nógv meira enn tað.

 

Kristina Háfoss vísti á, at enn standa 26 fakfeløg og bíða eftir samráðingum, og hon segði, at tey lønarkrøv, sum í løtuni eru frammi, megnar samfelagið ikki at bera.

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her