Leita á in.fo

Í minsta lagi tveir politibussar við politistum fóru úr Havnini móti Fulgafirði um hálvgumsekstíðina í kvøld (savnsmynd)

Eirikur Lindenskov 11.01.2018 (23:38)

Stór politiaktión verið í Fuglafirði í kvøld

Stutt fyri náttúrðatíð í kvøld fóru tveir poltibussar – tað sum vit plagdu at kalla »salatføt« –  við fullum útrykningi úr Havnini við kós norðureftir.

Tá vildi vaktandi á poltistøðini einki siga um málið, sum hann segði einki hava upp á seg.

in.fo hevur frætt í kvøld, at politibussarnir koyrdu líka til Fuglafjarðar, har nógvir politistar, vápnaðir við byrsum, sóðust kring eini hús.

Ein maður, sum er kendur av løgregluni, varð handtikin.

Av politstøðini í Havn fæst í kvøld einki at vita frá vakthavandi. Vit verða biðin um at ringja aftur í morgin og tosa við sjefin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her