Leita á in.fo

Jóannes Hansen 08.12.2018 (15:54)

Stórir glottar á Tvøroyri og í Vági

Tølini siga, at tað gongur rætta vegin í teimum báðu stóru kommununum í Suðuroy. Í bæði Vágs kommunu og Tvøroyrar kommunu eru skattainntøkurnar størri higartil í ár, enn tað vóru tað sama tíðarskeið í fjør.

Vøksturin á Tvøroyri var fyrstu ellivu mánaðirnar í ár 4,29 prosent, og vøksturin í Vági var fyrstu ellivu mánaðirnar 1,87.

Í Vági er vøksturin væl minni, enn miðal vøksturin í Føroyum er. Miðaltalið í øllum kommununum er 3,9 prosent.

Men í Vági er tað hugaligt at staðfesta, at vøksturin í november var 7,32 prosent, og tað kann væl vera, at talan er um vøkstur, sum eisini verður at síggja í framtíðini.

 

Stutt eftir ársskiftið verður arbeiði á virkinum á gamla flakavirkinum, har Bakkafrost nú fyrireikar nýtt kryvjivirki, og fyrireikingar verða á økinum eystanfyri Marghøllina gjørdar, har Bakkafrost í næstum fer undir at gera stórar aliringar.

 

Á Tvøroyri var vøksturin fyrstu ellivu mánaðirnar 4,29 prosent. Í november var hann 10,23 prosent. Tað vil siga, at skattainntøkan á Tvøroyri í november var 513.452 krónur hægri enn sama mánað í fjør.

Vøksturin á Tvøroyri hevur verið stórur fleiri teir síðstu mánaðirnar. Fyrstu mánaðirnar var eingin vøkstur og viðhvørt afturgongd. Tað er staðfesting av, hvussu stóran týdning tað hevur, at Varðin Pelagic aftur er farið at taka ímóti fiski, eftir at virkið lá stilt í meiri enn eitt ár, eftir at tað á sumri í 2017 kolaðist upp.

 

Arbeiðsloysið í Suðuroy er nógv minkað seinastu mámnaðirnar. Í september 2017 var tað 5,6 prosent. Í september í ár var tað 2,8 prosent. Tað vil siga, at arbeiðsloysið frá september 2017 og fram til september 2018 minkaði niður í helvt.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her