fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 16.6m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 11.01.2017 (09:40)

Stormur í dag og í morgin

Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Føroyum og eitt annað í ein landnyrðing úr Íslandi, ferðast bæði í ein eystan. Tilhoyrandi brúgvaløg við regni yvir Føroyum fara í ein eystan. Í dag streymar kaldari luft oman yvir Føroyar av útsynningi og norðri við regni ella vátaslettingsælum, sum fer yvir í kavaæl. Sunnudagin fer ein hátrýstsryggur sunnan fyri væntandi at gera veðrið støðugari.

 

Í dag

Strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi og vestri, 13 til 18 m/s, seinnapartin upp í storm, 23 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, 25 m/s. Út á náttina makar hann vindin aftur. Samdrigið og ælaveður, sum frá líður vátaslettingur ella kavi í støðum. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Í morgin

Hvassur vindur ella skrið av útnyrðingi og norðri, 15 til 20 m/s, seinnapartin og um kvøldið upp í storm, 23 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, 25 m/s. Um náttina makar hann vindin aftur í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s. Yvirhøvur skýggjað og kavi og hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig.

 

Fríggjadagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s sum spakuliga makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og kavaæl og hitin millum 2 kuldastig og frostmarkið.

 

Leygardagin

Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 7 til 13 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 6 m/s. Seinni frískar hann eitt skifti upp í stívt andøvsgul av útsynningi, 10 m/s. Samdrigið og kavi og hitin millum 2 kuldastig og 2 hitastig. Um náttina yvirhøvur skýggjað og vátaslettingur ella regn av og á. Hitin millum  3 og 6 stig.

 

Sunnudagin

Fleyr til gul av ymsum ættum, undir 5m/s, sum út á kvøldið øtlar í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið ella skýggjað og stundum vátaslettingur ella regn, seinni fyri tað mesta regn. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 7 m/s. Skýggjað og regn av og á, seinni samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her