Leita á in.fo

Velbastaður. Mynd: Ingi Sørensen

Danjal av Rana 12.01.2018 (08:15)

Stormur sunnudagin og so verður kaldari aftur

Ein streymur av suðri og landsynningi liggur yvir Føroyum. Eitt djúpt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi fer spakuliga í ein útnyrðing norðan. Tilhoyrandi brúgvalagið fer spakuliga í ein eystan og fer framvið Føroyum í nátt og í morgin. Eitt nýtt lágtrýst nærkast Íslandi av útsynningi um vikuskiftið og enn eitt brúgvalag við regni og vindi kemur yvir landið. Í komandi viku verður aftur kaldari og ælaveður.

 

Í dag

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s, um kvøldið í støðum upp í skrið, 18 m/s, og harðar hvirlur. Turt og møguliga sólglottar, men í nátt skýggjað og regn í støðum. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Í morgin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s, sum seinnapartin makar og út á kvøldið er vorðið andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn meginpartin av tíðini. Um náttina øtlar hann vindin í hvassan vind upp í skrið av suðri, 15 til 20 m/s, við hørðum hvirlum. Tað klárar í og heldur sær turt. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Sunnudagin

Hann øtlar vindin í hvassan vind upp í storm av suðri, 15 til 22 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, um 27 m/s, sum makar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi. Skýggjað og regn, seinni samdrigið og ælaveður. Hitin um dagin millum 4 og 7 stig, um náttina millum 0 og 4 stig.

 

Mánadagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum um náttina hækkar í ein vestan og makar nakað. Samdrigið og vetraræl, sum frá líður sum kavi. Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 2 hitastig.

 

Týsdagin

Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum makar í lot til andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 2 til 7 m/s. Samdrigið og vetraræl. Hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig, um náttina millum 5 kuldastig og 2 hitastig, í støðum uppaftur kaldari.

 

Mikudagin

Lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m/s. Samdrigið og okkurt kavaæl. Hitin um dagin millum 2 kuldastig og 3 hitastig, um náttina millum 5 kuldastig og 2 hitastig, í støðum enn kaldari enn.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her