Stórskjúttin í SMS-deildini, Turið Arge Samuelsen verður við í hópinum hjá føroyska kvinnulandsliðnum, ið fyrst í apríl skal spæla týdningarmestu landsdystirnar nakrantíð, EM-undankappingardystirnar móti Svøríki á heimavølli 3. apríl og Íslandi á útivølli 7. apríl.
Føroysku kvinnurnar stríðast fyri at enda millum fýra teir bestu tríararnar í teimum átta EM-undankappingarbólkunum. Tað kann gerast við at fáa stig í øðrum dystinum í apríl, ella við teprum tapum, har okkara kvinnur standa seg væl í roknskapinum móti tveimum teimum ovastu liðunum í bólkinum.
HER er hópurin:
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Follo HK (NOR)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Útileikarar:
Rannvá Olsen, VÍF
Hervør Niclasen, Neistin
Karin Egholm, H71
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, TMS Ringsted (DEN)
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Brynja Symphor Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Elsa Egholm, H71
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Súna Krossteig Hansen, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Dystirnir verða leiktir ávikavist mikudagin 3. apríl kl. 19.00 á Hálsi og sunnudagin 7. apríl kl. 17.00 í Hafnafirði. Atgongumerki til dystin í Føroyum fáast til keyps her: Føroyar – Svøríki, Kvinnur (atgongumerki.fo)