fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 7.7m/s

Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 10.07.2018 (20:45)

Stórt ferðamannaskip á Havnina í morgin

Í morgin kemur stórt ferðamannaskip á Havnina. Tað er skipið Norwegian Jade, og tað tekur 2.402 ferðafólk.

 

Norwegian Jade varð liðugt bygt í 2006 í USA og sigldi í Hawaii, áðrenn tað í 2008 fór at sigla í Evropa. Tað er 294 metrar langt og 38 metrar breitt. Manningin telur 1,037 fólk.

 

Norwegian Jade leggur at um morgunin klokkan 07:00 og loysir aftur klokkan 15:00.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her