Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 14.07.2018 (10:34)

Stórur áhugi fyri fóðurskipanum

Seinnu árini hevur JT electric selt alivinnuni fleiri fóðurskip og og framkomnar fóðurskipanir, og í veitingin av fóðurskipum hevur fyritøkan samstarvað við Sandgrevstur, eins og arbeitt hevur verið í tøttum samtarvi við alivinnuna um menning av skipanum.

 

Seinasta fóðurskipið av hesum slag varð handað Bakkafrost Farming P/F í herfyri, og hetta skipið skal brúkast í aling hjá felagnum í Suðuroy - í aliøki A19 á Vágsfirði.

 

Tá hetta seinasta fóðurskipið, sum hevur fingið navnið Selnes, kom á Vág, skipaði Bakkafrost fyri móttøku, har almenningurin eisini hevði høvi at vitja umborð og síggja skipið. Selnes er eitt 75 metra langt fóðurskip, og Bakkafrost skal hava tvey slík skip í hesum árinum.

 

Í sambandi við hesa veiting til Bakksfrost, hevur JT electric keypt tvey systirskip. Umbyggingarnar av skipunum verða gjørdar á skipasmiðju í Pólandi, og tað eru fólk hjá JT electric, sum leiða umbyggingina.

 

Tøknin umborð á fóðurskipunum verður framleidd í Føroyum og sett í skipið á pólsku skipasmiðjuni. Sandgrevstur tekur sær av at sleipa fóðurskipini til umbyggingar og heim til keypararnar í Føroyum.

 

Á JT electric, har stívliga 30 fólk starvast, arbeiða nøkur fólk burtur av á einari menningardeild, sum arbeiðir við at menna nýggjar skipanir og vørur til vinnuna í Føroyum og uttanlands. JT electric er eisini úti um seg á ymiskum pallum uttanlands, og fyri eini tíð síðan vóru umboð fyri fyritøkuna eitt nú á alimessu í Skotlandi.

 

Tað er ikki bara í Føroyum, at stórur áhugi er fyri føroysku fóðurskipanunum, og bæði í Noregi, Skotlandi, Finlandi og Kanada hava tey eyguni vend heim til Føroyar og til tær skipanir, sum JT electric hevur ment.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her