Stórur dagur á Reyni Service í gjár

Sjey fólk sum hava starvast hjá Reyni Service í 251 ár – og ein Toyota, sum hevur koyrt 1.000.000 km

Í gjár var stórt hátíðarhald á bilasøluni Reyni Service í Hoyvík. Høvið var, at sjey starvsfólk hava havt rundar dagar í felagnum – og at ein Toyotabilur hevur koyrt eina heila millión kilometrar.

 

Heri Guttesen í Havn er tann, sum hevur verið longst í starvi hjá Reyni Service. Hann hevur starvast hjá felagnum í heili 45 ár. Øll, sum eiga ein Toyota, munnu kenna dámliga havnarmannin, sum man vera tann í felagnum, sum veit best um allar smálutir viðvíkjandi Toyota.

 

Heri Guttesen er 62 ára gamal. Hann er sonur Petur Guttesen, hjá Kisan, og Herborg í Ullvøruhúsinum. Hann byrjaði sum lærlingur hjá Reyni Service í Rættará í 1974.

 

Hini, sum hava havt rundar dagar, eru:

 

Johannes Tauser, 40 ár

Katrin Norðfoss, 38 ár

Heðin Hansen, 35 ár

Marian Pedersen, 32 ár

Signar Hammer, 31 ár

Muddi Udbø, 30 ár

 

Á móttøkuni var eisini Toyota Hiace bilurin hjá Bjarna Clausen í Havn frá 2008 vístur fram.

 

Tað serliga við hesum bili er, at hann hevur koyrt eina heila millión kilometrar. Bjarni koyrir hýruvognskoyring, og hann hevur koyrt nógvar dialysusjúklingar millum Norðoyggjar og Havnina.

 

Bilurin sær út sum nýggjur. Gamaní eru onkrir slitlutir so sum bremsuklossar og skivur skift, men motorur, gerakassi, kobling og toppstykki eru ongantíð skift hesi árini, hann hevur koyrt allar hesar kilometrarnar.