Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 10.11.2018 (23:04)

Stórur leikur um lítla mús

Suðuroyar Sjónleikarafelag hevði í dag frumsýning av leikinum "Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum", ið Thorbjørn Egner skrivaði.

 

 

Talan er um stóra uppseting, har áskoðarin beinanvegin leggur til merkis stóra pallin, ið er stórfingin, dragandi og flottur. Og tá leikurin fer í gongd sæst, at hetta er ikki bert ein vanligur pallur, men hann er settur soleiðis saman, at í miðjum pallgólvinum er ein rundingur, ið kann draga runt, og ger hetta skiftini flott, og ikki minst sera ómakaleys.

 

 

Flotti og snildi pallurin gjørdi pallmyndina fotvitnisliga.

 

 

Leikararnir komu sera væl frá sínum leiklutum, og eitt nú dugdu bæði Mikkjal Revur (Rói Einarson) og Klintrimús Heidi Kjærbo) sera væl at fáa ungu áskoðararnar við, og at syngja við og svara til.

 

 

Tað merktist ikki, at talan var um eina frumsýning. So væl gekk hendan fyrsta sýningin, tó at tað onkutíð kundi vera trupult at hoyra onkran leikara, men tað er slíkt, ið ikki er óvanligt til frumsýningar, og sum vanliga verður eftirmett og bøtt um.

 

 

Talan er um eitt ódnartak hjá nýggja sjónleikarafelagnum, sum fór í gongd fyri umleið einum ári síðani, tá væl eydnaða Suðuroyar Kabarettin varð sett á pall.

 

 

Karmarnir eru góðir, og tað merkist, at lív er komi í áhugaleik aftur í Suðuroynni. Og at tað millum leikararnar eru fólk við góðum gávum, tá tað kemur til sjónleik, ber ikki til at fjala. Høvuðsleikarar allir komu sera væl frá sínum leiklutum, og sama má sigast um hini, og tað er væl klárað, tí talan er um heili 19 leikarar, sum skulu fáa hetta at ganga snikkaleyst, og tað megnaði leikarahópurin so sera væl.

 

 

Ikki bara pallurin gongur a skinnarum, tað ger leikurin sum heild eisini.

 

 

Nicolaj Falck og Hjálmar Dam hava leikstjórnað og sniðgivið pall, meðan Klæmint Isaksen stóð fyri hugskoti og casting.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her