fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

Stjórin í Skyn, Petur Mohr Niclasen

Pætur Hjalmar Evensson 11.01.2019 (11:15)

Fleiri vilja búgva á Skálafjørðinum

Tað er stórur eftirspurningur eftir húsum, grundstykkjum og íbúðum á Skálafjørðinum. Ein øktur eftirspurningur hongur ofta saman við einum hækkandi prísi, og Eysturoyartunnilin hevur sanniliga syrgt fyri einari stórari prísøking á ognum á Skálafjørðinum. Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn, vísir á hetta í nýggjasta Vikuskiftis Sosialinum:

 

- Í fleiri førum hevur prísøkingin ligið um 50-70 prosent í tíðarskeiðinum frá 2014 til 2018. Men um vit greina tølini nærri, og eitt nú taka atlit til, hvussu nógvar eldri og nýggjar ognir eru seldar, er kanska rættast at siga, at samlaði prísvøksturin liggur um tey 35-40 prosentini, sum jú eisini er sera høgt, sigur Petur Mohr Niclasen.

 

- Prísmunurin millum íbúðir í høvuðsstaðarøkinum og á Skálafjørðinum ikki er so stórur, sum annars er galdandi fyri sethús. Hetta er so ið hvussu er ein tendensur, sum vit hava sæð her í 2017 og 2018, sigur hann.

 

Í Vikuskiftis Sosialinum er stórt tema um, hvussu Eysturoyartunnilin fer at ávirka Skálafjørðin. Blaðið fæst kring alt landið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her