Leita á in.fo

Flogfør og skip eru størstu postar í innflutningi higartil í ár. Mynd: Álvur Haraldsen.

Sólvit Nolsø 20.04.2017 (12:02)

Stórur vøkstur í inn- og útflutningi

Sambært heimasíðuni hjá Hagstovuni, var innflutningurin fyrstu 2 mánaðirnar í ár var 1,2 milliardir krónur. Tað eru 206 milliónir krónur meir enn somu mánaðir í fjør.

 

Tað er serliga skip og flogfør, sum er størsti posturin í innflutninginum, gott og væl helvtin.

 

Um skip og flogfør verða tikin burt, eru tað serliga brennievni og rávøra til fiskavirking, ið vaks í innflutningi við eini øking á ávikavist 70 milliónum og 45 milliónum.

 

Sama tíðarskeið var útflutningurin 1.5 milliardir krónur, sum ein hækking 200 milliónir krónur í mun til sama tíðarskeið í fjør.          

 

Tað er fyrst og fremst uppsjóvarfiskur, ið økir um útflutning okkara. Útflutningur av uppsjóvarfiski vaks við tilsamans 249 milliónum, frá 257 milliónum til 506 milliónir, fyrstu tveir mánaðirnar í ár.

 

 

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her