fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 16.05.2018 (10:36)

Stovna felag fyri fólk við málsligum trupulleikum

Leygardagin varð stovnandi aðalfundur av IAKM FO, ið er felag sum skal virka fyri rættinum til eitt mál hjá teimum, ið hava málsligar trupulleikar.

IAKM FO er stytting av International Association for the Karlstad Model Føroyar, og føroyska felagið hevur systurfeløg í hinum norðurlondunum.

 

Forkvinna í felagnum er Magna Jógvansdóttir. Hinir nevndarlimirnir eru Ása Hansen, Eyðbjørg Hansen, Ása Dánjalsdóttir, Fía Petersen og Svanna Dam Joensen. 

 

Tey siga, at felagið tekur støðið í Karlstadháttinum, ið er ein háttur til málmenning, grundað á eina humanistiska menniskjafatan og eina visión um at fremja eitt gott lív fyri tann einstaka

 

 – Hóast nógv arbeiði verður lagt í málmenning, eru tað nógv børn í Føroyum, ið ikki ogna sær mál, men sum mugu hava serliga hjálp, siga tey.

 

– Í fleiri førum er tað ikki nóg mikið við teimum skipanum, vit hava og tí detta hesi børnini niður ímillum.

– Viðhvørt er talan um at børnini hava sjúku ella brek, har málsligir trupulleikar eru ein avleiðing, men tað er verri enn so altíð og nýggja felagið leggur dent á, at øll, uttan mun til hvat orsøkin til trupulleikan, eiga sama rætt til at menna sítt mál, alt eftir førleikunum hjá hvørjum einstøkum, siga tey. 

Tey vísa á, at herfyri var norðurlendsk ráðstevna í Føroyum, har evnið var málmenning eftir Karlstadháttinum.

 

Stórur áhugi var fyri ráðstevnuni, bæði hjá avvarandi og hjá fakfólk, og tey siga, at tá kom tørvurin á øðrvísi undirvísingarhættum til fólk við málsligum trupulleikum greitt til sjóndar. 

 

Stigtakararnir til felagið halda tí, at stórur tørvur er á at seta kikaran á hetta sera týdningarmikla økið og ætlanin hjá teimum er at kunna um Karlstadháttin. Tey ætla eisini at skunda undir at fáa fleiri vegleiðarar runt um í landinum, og at eggja til at meira føroyskt málmenningartilfar verður útvegað. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her