Stovna flokk til frítt kannabis

Nú verður arbeitt við at stovna nýggjan flokk, sum skal stilla upp á næsta løgtingsvali

Nú verður arbeitt við at stovna nýggjan flokk, sum skal stilla upp á næsta løgtingsvali.

 

– Flokkurin hevur eitt einasta endamál, og tað er at gera kannabis lógligt í Føroyum, sigur Hallur Hjalgrímsson Djurhuus, stigtakari og valevni hjá flokkinum, í samrøðu við Sosialin.

 

– Vit fara til val upp á eitt einasta mál, og tað er at kannabis skal vera lógligt í Føroyum, sigur hann.

 

Hann leggur afturat, at í øllum øðrum politiskum málum verður støða tikin frá máli til mál.

 

Men Hallur Hjalgrímsson Djurhuus leggur dent á, at tá ið tey tosa um, at kannabis skal vera lógligt, merkir tað ikki, at endamálið er, at tað skal fáast til keyps á hvørjum horni.

 

– Vit hugsa fyrst og fremst um, at tað skal vera púra lógligt hjá sjúklingum at fáa kannabis til medisinska nýtslu, sigur hann.

 

Lesið alla samrøðuna í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið og sum kann keypast í talgildari útgávu á sos.fo