Stoytti seg eisini dagin fyri vanlukku

Sama flogfar, sum datt niður í Indonesia í 2018, stoytti seg eftir øllum at døma eisini óvæntað dagin fyri stóru flogvanlukkuna.

 

Sama flogfar av slagnum Boeing 737 MAX 8, sum datt niður í Indonesia hin 29. oktober í 2018, stoytti seg eftir øllum at døma eisini óvæntað dagin fyri stóru deyðsvanlukkuna, sum kostaði 189 fólkum lívið.

 

Henda dagin - dagin fyri vanlukkuna - var tað ein flogskipari, sum hevði frí, men sum av tilvild var í flogfarinum, ið bjargaði manning og ferðafólkum undan vanlukkuni.

 

Flogskiparin var staddur í stýrhúsinum, tá flogfarið við fullari ferð stoytti seg móti landjørðini. Tá manningin stríddist við at rætta flogfarið uppaftur, visti hesin flogskipari, sum hevði frí, hvat hann skuldi gera.

 

Tað eydnaðist honum at finna trupulleikan, og hann segði so manningini í stýrhúsinum, hvussu tey skuldu gera eina skipan óvirkna, sum ikki virkaði. Hetta eydnaðist, og flogfarið kom aftur á beint. 

 

Soleiðis greiðir norska heimasíðan – www.vg.no – frá kelduni Bloomberg, ið stendur teimum nær, sum hava um hendur kanningararbeiðið í samband við flogvanlukkuna í Indonesia.

 

Dagin eftir hesa óhugnaligu hending, lætti sama flogfar aftur, men við aðrari manning, og tá rendi flogfarið seg eftir øllum at døma aftur í sama trupulleika.

 

Øll ferðandi og manningin – 189 í tali – endaðu í Javasjónum stutt eftir fráferð úr Jakarta.

 

Kanningararbeiðið í samband við flogvanlukkuna í Etiopia hin 10. mars, tá sama slag av flogfari - Boeing 737 MAX 8 – datt niður og 157 fólk lótu lív, er sum skilst vorðið nógv tengt tí, sum hendi flogfarinum í Indonesia.