Leita á in.fo

Hallur av Rana 07.12.2017 (15:10)

Strandferðslan: Koyra væntandi ikki meira í dag

Samferðslan hevur verið hart rakt av ódnarveðrinum, ið hevur herjað oyggjarnar í dag, og hevur tað verið neyðugt at avlýst fleiri túrar hjá bæði bussum og skipum.


Sum støðan er nú, so koyra einans bussarnir á Sandoynni, meðan restin er avlýst, og væntandi verður eingin annar túrur í dag.


- Allar bussleiðir, uttan tær á Sandoynni, eru avlýstar, og eingin koyring verður fyrr enn klokkan 16. Tá verður støða tikið til, um koyrast skal nakað aftrat í dag. Men mest hugsandi, so verður ikki koyrt nakað aftrat í dag, tí vit hava ikki koyrt nøkur fólk frá stað A í dag, so sannlíkt er, at tað ikki eru nógv fólk, ið bíða á stað B. Og so leingi sum ávaringin um ikki at koyra millum bygdir stendur við, so fáa vit ikki sent bussarnar hjá okkum avstað, sigur Heri Norðberg úr Strandferðsluni.


Viðvíkjandi skipunum hjá stovninum, so ger Smyril eina roynd at sigla í kvøld.


- Avgerð er tikin um, at Smyril byrjar at sigla klokkan 17.30, tá hann fer av Krambatanga, og siglir síðan sambært ferðaætlanina. Teistin siglir síðsta túr av Gomlurætt klokkan 17.20, Ternan hevur avlýst seinasta túrin til Nólsoyar klokkan 22, meðan Sam, Ritan og Sildberin allir liggja fyri veður.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her