fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 15.2m/s

Leita á in.fo

Súsanna Bertholdsen 18.05.2017 (23:04)

Strandferðslan og suðuroyðarleiðin

Fyrrakvøldið sendi eg ein teldupost til stjóran í Strandferðsluni, Hilmar Eliasen, har eg spurdi um eina grundgeving fyri, hví Smyril broytir ferðaætlan í morgin, fríggjadag 19. mai.

 

Gott kvøld Hilmar!

 

Eg vil fegin hava at vita, hví ferðaætlanin hjá Smyrli er broytt fríggjadagin soleiðis, at seinasti túrur úr Havn longu er kl. 15.30?

 

Eg skal á eina ráðstevnu í Havn fríggjadagin, sum byrjar kl. 8.30 og fari tí norður tórsdagin kl. 17.30. Tað havi eg vitað, síðan eg meldaði meg til ráðstevnuna, sum er liðug kl. 16.00 og Smyril siglir suður kl. 18.30 - óført!

 

Nú havi tit broytt ferðaætlanina, so eg verði noydd at gista 1 nátt afturat og tað eri eg sera ónøgd við.

 

Hvør er grundgevingin fyri broytingini í ferðaætlanini fríggjadagin?

 

 

Vh

 

Súsanna

 

 

Í gjárkvøldi, 1 døgn seinni, hevði eg einki frætt aftur, so eg sendi sama teldupost enn einferð; ikki bert til stjóran, men eisini til samferðsluleiðarin, Jens Petur Brattalíð. Seint seinnapartin í dag fekk eg hetta svarið frá Marin Gaardlykke, sum er ferðslusamskipari.

 

 

Góðan dag Súsanna,

 Fyrst av øllum vil eg siga, at eg skilji væl títt ónøgdsemi hesum viðvíkjandi, men tað er lítið eg kann gera við hesa broyting nú, tí ferðaætlanin er broytt og lýst í tøkari tíð.

 

Broytingin er gjørd vegna stórt alment tiltak í oynni, ið verður fríggjadagin 19. mai. Tað, at ferðaætlanin verður broytt tá stór tiltøk eru í oynni (og øðrum oyggjum); jóansøka og aðrar stevnur og festivalar, er onki nýtt; SSL hevur árliga broytingar á øllum farleiðum orsaka av lokalum tiltøkum og ikki minst tá tjóðarstevna okkara - Ólavsøkan, er.

 

 

Eg veit ikki, hvat onnur halda um broytingina í ferðaætlanini ella um grundgevingina, sum eg havi fingið. Sjálv haldi eg, at hetta kann als ikki góðtakast. Ferðaætlanin hjá Smyrli skal IKKI broytast í tíð og ótíð. Ferð eftir ferð verða broytingar framdar í ferðaætlanini fyri at gera øllum øðrum til vildar enn okkum, sum búgva í Suðuroynni. Broytingin í ferðaætlanin í morgin er gjørd við tí fyri eyga, at øll, sum koma aðrastaðni frá í føðingardag hjá SSL onga bíðitíð skulu hava yvirhøvur. Smyril kemur á Krambatanga við gestum kl 11.30 og føðingardagurin byrjar kl. 12.30. Tiltakið í SALT er liðugt kl. 17.30 og kl. 18.30 siglir Smyril norður aftur við øllum gestunum.

 

Hví ikki nýta høvið at vísa gestunum okkara vøkru oyggj, meðan bíðað verður eftir Smyrli, sum sambært galdandi ferðaætlan eigur at sigla norður kl 21.00 fríggjakvøld.. Kanska tey løgdu eitt sindur av peningi eftir seg handilslívinum í oynni at frama.

 

Eg havi hug at leggja afturat, at SSL dumpaði so dyggiliga í handfaringi av væntandi siglingini hjá Galaxy; tað var undir alt lágmark.

 

 

Súsanna Bertholdsen


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her