Leita á in.fo

Danjal av Rana 06.12.2017 (22:07)

Streymloysi í vesturbýnum í Havn

Fyri ein lítlum tíma síðani fór streymurin í vesturbýnum í Havn.

 

SEV upplýsir, at tað eru sikringar á 300-volts netinum, sum eru farnar, og í løtuni verður roynt at finna út av, júst hvar trupulleikin liggur. Enn er ikki greitt, júst hví streymurin er farin, ei heldur, nær hann kann væntast aftur.

 

- Vit arbeiða av øllum alvi við at loysa trupulleikan, sigur SEV.

 

Júst í løtuni er ikki so nógvur vindur, men illveðrið, sum í løtuni er statt millum Føroyar og Ísland nærkast við rúkandi ferð og rakar norðara og vestara partin av Føroyum um midnáttarleitið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her