Stríð tvær ferðir áður givið Høgna mentanina

Tá Høgni Hoydal hósdagin fekk málsøkið mentamál at umsita í landsstýrinum, var tað á triðja sinni, at hann kann kalla seg mentamálaráðharra

Tá Høgni Hoydal hósdagin fekk málsøkið mentamál at umsita í landsstýrinum, var tað á triðja sinni, at hann kann kalla seg mentamálaráðharra.

 

Men hóast hann tilsamans hevur verið landsstýrismaður í umleið tíggju ár, so hevur hann bert umsitið mentamál tilsamans níggju mánaðir.

 

Vit hoyra ofta tjóðveldispolitikarar tosa um mentamál sum teirra hjartablóð. Mentan hevur sum vera man týdning í tjóðarbygging, sum skal til fyri at røkka málinum um eitt sjálvstøðugt land.

 

Men fyri tað hevur Tjóðveldi ikki so drúgvar royndir í at umsita mentamál. Fyrstu ferð Tjóðveldisflokkurin umsat mentamál, var tá flokkurin var í samgongu saman við Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum frá 1989 til 1990.

 

Fyrstu ferð Tjóðveldisflokkurin kom í samgongu var eftir løgtingsvalið í 1962, tá Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Framburðsflokkurinskipaðu Sjálvstýrislandsstýrið.

 

Málsøkini hjá Tjóðveldisflokkinum vóru tá fíggjar-, fiskivinnu- og løgmál, sum Erlendur Patursson umsat, og ídnaðar- og landbúnaðarmál, sum Karsten Hoydal umsat.

 

Næsta landsstýri, sum Tjóðveldisflokkurin var partur av, var í 1975, tá Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin skipaðu samgongu. Tá umsat Dánjal Pauli Danielsen úr Fólkaflokkinum mentamál.

 

Í aðru útgávu av hesum landsstýri í 1979 verða mentamál ikki nevnd sum málsøki burturav, men bæði Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum og Dánjal Pauli Danielsen úr Fólkflokkinum standa fyri skúlamálum.

 

Tá nýggj samgonga verður skipað í juni í 1989 millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin, verður Signar Hansen (á Brúnni) landsstýrismaður í mentamálum. Tað er fyrstu ferð, at Tjóðveldisflokkurin umsitur mentanarøkið í landsstýrinum.

 

Og tað verður eisini Signar á Brúnni, sum fær málsøkið mentan í fullveldislandsstýrinum frá 1998.

 

Men hann verður noyddur at leggja frá sær 28. mars í 2000, tí hann hevur latið sjónvarpinum óheimiðlaðar pengar. Ein skuldseting, sum hann tó verður reinsaður fyri, eftir at Tjóðveldisflokkurin hevur valt nýtt landsstýrisfólk.

 

Nú verður tað eitt sindur rokaligt kring Mentamálaráðið. Høgni Hoydal umsitur málsøkið frá tí at Signar á Brúnni fer frá 28. mars í 2000, til Tórbjørn Jacobsen tekur við málsøkinum 21. juli sama ár.

 

Men Tórbjørn Jacobsen heldur ikki so leingi í starvinum. Hann kom í politiskt ódnarveður í novemer 2000, tá hann á forsíðuni í Sosialinum er endurgivin fyri at siga, at Anfinn Kallsberg, løgmaður, er ein danskur leigusveinur. Illstøða var komin teirra millum, tí løgmaður ikki góðtók, at Tórbjørn Jacobsen hevði broytt rundskriv um frídagar hjá fólkaskúlanum. Tórbjørn Jacobsen hevði strikað grundlógardagin 5. juni sum frídag og í staðin sett altjóða arbeiðaradagin, 1. mai, sum frídag hjá fólkaskúlanum.

 

Onnur stríð vóru eisini, og tað gav at býta, tá Tórbjørn Jacobsen hevði ein rokmiklan fund í Mentamálaráðnum við leiðsluna í Vestmanna skúla 25. mai 2001, har landsstýrismaðurin tveitti tvey fólk á dyr. Hetta endaði við, at Tórbjørn Jacobsen noyddist úr starvinum sum fíggjarmálaráðharri 14. juni 2001. Tá tók Óli Holm í Vági við sum nýggju landsstýrismaður.

 

Eftir løgtingsvalið 30. apríl í 2002 helt fullveldissamgongan fram. Tó at hon misti meirilutan á valinum, so fekk hon Miðflokkin aftur at sær. Eftir valið tekur Annlis Bjarkhamar við sum landsstýriskvinna í mentamálum.

 

Skjótt verður aftur stríð um Mentamálaráðið, og Annlis Bjarkhamar veður koyrd úr starvinum tann 4. mars í 2003 fyri handfaringina av setan av nýggjum landsantikvari, stjóra á Fornminnissavninum.

 

Í fyrstu syftu tekur løgmaður sjálvur Mentamálaráðið á seg, men tveir dagar seinni, tann 6. mars, verður Høgni Hoydal settur fyribils at røkja mentamálaráðharrasessin. Tað ger hann í eitt hálvt ár, til 17. september 2003, tá Annita á Fríðriksmørk verður sett sum landsstýriskvinna í mentamálum.

 

Hósdagin 14. februar var Høgni Hoydal á triðja sinni settur sum mentamálráðharri – og hesaferð verður tað í mesta lagi í umleið sjey mánaðir til nýggja samgonga er skipað eftir løgtingsvali, sum í seinasta lagi skal haldast leygardagin 31. augustí ár.