fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 13.04.2018 (19:35)

Stríddust á einum flaka í 78 tímar

Gudstænasta verður í Sandavágs kirkju sunnudagin 22. apríl klokkan 11. Hetta er í samband við Savnsfagnaðin, sum verður í Vágum dagarnar 20., 21. og 22. apríl.

 

- Í kirkjuni henda dagin verður frá, tá skonnartin Sólarris úr Sandavági var á veg til Íslands at keypa fisk at selja í Onglandi. Hetta var í august mánaði í 1941.

 

Uppí hesa frásøgn hoyrir, at skipið fekk eina spreinging, og eftir bert tveimum minuttum sakk skonnartin. Tríggir mans vórðu bjargaðir á einum flaka, og fimm vórðu burtur.

 

- Hetta er ein sorgarsøga um, hvussu hesir neyðars menn stríddust á flakanum í 78 tímar, og hvussu teir vórðu bjargaðir, verður lagt aftrat.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her