fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 2.1m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 21.09.2017 (06:39)

Strongd: Leiðarar misskilja orsøkina

- Leiðarar halda, at privatlívið hjá starvsfólkunum hevur skuldina, hóast ein sjúkramelding orsaka av strongd í veruleikanum snýr seg um strongd orsaka av arbeiðskorum. Tað vísir ein nýggj kanning, sum er gjørd á Lærda háskúlanum í Keypmannahavn, sambært danska Magisterblaðnum. 

 

"Strongd er ein privatur trupulleiki. Tað snýr seg ikki um at broyta umhvørvið á arbeiðsplássinum". Tað er útgangsstøðið, tá ið millumleiðarar skulu taka sær av einum starvsfólki, sum kemur til arbeiðis aftur eftir sjúkramelding orsaka av strongd. 

 

- Leiðarar á arbeiðsplássum vátta í stóran mun ta stóra trýst í arbeiðsumhvørvinum, sum var orsøkin til strongdina hjá starvsfólkum. Men tá ið vit tosa um ábyrgd av sjúkrameldingini verður fokusið heldur, at viðkomandi er perfektionist ella at tað eru trupulleikar í privatlívinum, sum eru orsøkin, sigu Yun Ladegaard, sum granskar á Instutiónini fyri Sálarfrøði á Lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og sum hevur verið við til at gera kanningina, við Magisterblaðið.  

 

Í kanningini vórðu samrøður gjørdar við umboð fyri arbeiðsumhvørvi og millumleiðarar hjá strongd-raktum starvsfólkum. Hetta varð gjørt bæði í stórum og smáum arbeiðsplássum, og bæði í privatum og almennum arbeiðsplássum. Í alt 210 strongd-rakt starvsfólk hava luttikið í kanningini. Áðrenn samrøðurnar høvdu arbeiðssálarfrøðingar ella læknar mett orsøkina til, at tey ymisku fólkini vóru sjúkrameldað fyri strongd, og niðurstøðurnar í øllum førunum var, at tað var orsaka av arbeiði. 

 

- Ongar betringar verða gjørdar í arbeiðsumhvørvinum, um leiðararnir hava fokus á privatum viðurskiftum hjá starvsfólkum. Tað leiðir til ósunnar støður, har sjúkrameldað fara til viðgerðar, fyri síðani at koma aftur til somu truplu arbeiðskor, sum vórðu orsøk til, at viðkomandi bleiv sjúkrameldaður at byrja við, sigur Yun Ladegaard við Magisterblaðið. 

 

Um eitt starvsfólk verður sjúkt orsaka av strongd, so áttu tiltøk at verið sett í verk fyri at betra um arbeiðsumhvørvið. Tað heldur Yun Ladegaard. Og mangan eru hvørki umboð fyri arbeiðsumhvørvi ella álitisumboð partur av sjúkrameldingartilgongdini, hóast starvsfólkini eru blivin sjúk av arbeiðnum. 

 

- Tað er óvæntað. At álitisfólk ikki eru blandað uppí, tá ið ein verður sjúkrameldaður, kemur óvart á meg. Ein orsøk kann vera, at man sær sjúkrameldingar sum eina privat støða, sum verður handfarin millum tann sjúkrameldaða og leiðaran, sigur Yun Ladegaard. 

 

Granskarin sigur, at alt ov nógvir millumleiðarar sita einsamallir við ábyrgdini og mangla organisatoriska hjálp og stuðul frá arbeiðsplássinum. Leiðararnir standa í truplari støðu, har teir hava ein strongdan arbeiðshóp øðrumegin og eitt krav um gott úrslit hinumegin. 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her