Leita á in.fo

- Arbeiðstrýst, vánalig fíggjarstøða og øvund er ein størri hóttan móti fólkaheilsuni enn bæði feitt, sukur og dálking.

Vilmund Jacobsen 30.11.2018 (21:33)

Strongd er við at gerast fólkasjúka

- Fólk arbeiða, betala rokningar og sløkkja eldar. Men, soleiðis má gerandisdagurin ikki vera. Tað eru dreymar, sum gera menniskju vøkur – og uttan dreymar, liva vit ikki. Lívið eigur ikki at vera ein maskina, sum bara koyrir avstað.

 

Tað sigur kendi danski sjónvarpslæknin, Peter Qvortrup Geisling, sum vísir á, at alt ov mong eru fjøtraði í jagstranini eftir materiellum marglæti. Arbeiðstrýst, vánalig fíggjarstøða og øvund er ein størri hóttan móti fólkaheilsuni enn bæði feitt, sukur og dálking.

 

Hann eftirlýsir einari landsstrategi fyri mentalan trivnað, samstundis sum hann vísir á eina mótsøgn:

 

- Ongantíð áður hava vit verið so bergtikin av rørslu og heilsu, og kortini hava vit ongantíð áður verið so eydnuleys, strongd, óttafull, tunglynt – ja, mentalt send til niðurteljingar, sum Peter Qvortrup Geisling tekur til.

 

Hann sigur, at danir ganga høgt upp í sína likamligu heilsu – ja, so høgt, at hetta er við at fáa valdið á mongum.

 

- Eg vil siga tað soleiðis, at um tú kanst lata vera við at roykja, ansar eitt sindur eftir drekkarínum, íðkar eitt vet av motión og etir eitt sindur minni feitt – ja, so er restin í stóran mun hysterí. Restina av tíðini kunnu fólk so brúka til at liva lívið og samstundis vera árvakin um sína mentalu heilsu.

 

”Hav tað gott” er heitið einari av teimum DR-sendingum, sum hava gjørt Peter Qvortrup Geisling til ein av kendastu læknum í Danmark. Sum sjónvarps-lækni hevur hann heft seg við, at tað mentala spælir ein høvuðsleiklut, tá vit skulu svara spurninginum: Hvussu hevur tú tað í veruleikanum?

 

- At hava tað gott snýr seg í fyrsta lagi um at vera glað/-ur og í mentalari javnvág. Tí haldi eg tað eisini vera eitt sindur undarligt, at almenna heilsumiðlingin í størstan mun hevur fokus á likamligu viðurskiftini, heldur læknin.

 

Seinnu árini hava átøkini – eitt fyri og annað eftir – snúð seg um kost, royking, alkohol og motión – ella KRAM, sum hesi heiti eisini verða rópt undir einum.

 

- Tað er nógv fokus á fyribyrging móti likamligum sjúkum, eitt nú beinbroyskni, kolesterol og ov høgum blóðtrýsti. Men, okkum tørvar av álvara eisini eina landsstrategi fyri mentalari heilsu. Tí, serstakliga strongd er við at mennast til eina veruliga fólkasjúku, sigur Peter Qvortrup Geisling.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her