Strongwoman og Strongman vinnarar

Tað gjørdust føroyska Armgarð av Regni og bretski Laurence Shahlei

Tað vóru føroyska Armgarð av Regni og bretski Laurence Shalei ið gjørdust vinnararnir av Burn Showdown Strongwoman og Strongman kappingunum í gjárakvøldið. 

 

 

 

Armgarð av Regni luttók í Burn Showdown í fjør, og er hetta sostatt hennara næsta ár í kappingini. Armgarð av Regni gjørdist nummar 2 í fjør, og er tískil ógvuliga væl nøgd við úrslitið í ár.  

- Eg eri ordeliga væl nøgd, eg havi vant í Burn Klassik í tvey ár. Eg var við í fjør, og vildi so við aftur í ár tí eg vildi blíva nummar eitt, sigur Armgarð av Regni. Kappingin var ótrúliga hørð, man kemur so ikki sovandi framm kann man siga. Eg setti eisini eitt persónligt met í ár, við at lyfta 167.5 kg í deadlift, so hetta var bara framúr.

 

 

  

Laurence Shahlei er úr Bretlandi og hevur luttikið á Burn Showdown fimm ferir áður, og hevur eisini vunnið heiti sum strongman undanfarnu ár. Laurence Shahlei var eisini við í Burn Showdown fjør, men megnaði ikki at gerðast nummar eitt tá. 

- Eg havi verið her fimm fer, seinast eg vann var fyri tveimum árum síðan. Í fjør var eg eisini við, men eg kom til skaða eftir tað fyrstu kappingina og megnaði tískil ikki at vinna, sigur Laurence Shahlei. At koma aftur í ár og síðani at vinna er ein ótrúligur heiður, leggur hann afturat. Kappingin í ár var ógvuliga tung fyri hondina og takið, tað er gott fyri meg tí eg klári meg væl í slíkum kappingum, men fleiri av luttakarunum komu tíanverri til skaða av tí sama. Kappingar til slík tiltøk eru skiftandi, í ár var eg bara heppin at tað vóru kappingar sum eg klári meg væl í, sigur Laurence Shahlei.