Stuðlar hjá Raket-Madsen stuðla nú journalistum

Nevndin fyri Raket Madsen Støttegruppe ætlar at upploysa stuðulsbólkin eftir at Kim Wall varð myrd.

 

Málið um myrdu svensku tíðindakvinnuna, Kim Wall, hevur fingið avleiðingar fyri stuðulin til raketverkætlanina hjá fongslaða Peter Madsen.

 

Sjálvt um málið enn er óuppklárað og Peter Madsen bara skuldsettur í málinum hevur nevndin í stuðulsbólkinum – Raket Madsen Støttegruppe – longu tikið stigið.

 

Týskvøldið løgdu tey eini boð á heimasíðuna hjá felagnum.

 

Har stendur, at ætlanin er at kalla inn til eykaaðalfund síðst í september við tí endamálið at upploysa felagsskapin.

 

– Dreymurin er brostin hjá okkum øllum. Verkætlanin bliknar samanborið við meiningsleysa missin av mannalívi. Tað er ikki longur íblástur at halda fram. Álitið er brotið, stendur.

 

Tað er eftir øllum at døma ein samd nevnd, sum stuðlar avgerðini.

 

Felagið heitið í sama viðfangi á, at fólk í staðin stuðla felagsskapinum Journalistar uttan landamørk«.

 

/ritzau/