Leita á in.fo

06.12.2017 (12:37)

Stuðul til film – fyrra umfar

Mentamálaráðið lýsir við hesum møguleikan at søkja um stuðul til film í 2018.

 

Stuðulin kann veitast til ymsar tættir innan filmsgerð, harundir hugskots- og handritsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu.

 

Stuðulin kann verða játtaður til einstaklingar, bólkar ella feløg.

 

Freistin at søkja er 1. februar 2018.

 

Seinna umfar verður lýst í summar við freist 1. september 2018.

 

GG! Stuðul verður latin treytað av, at játtan verður tøk til endamálið á løgtingsfíggjarlógini fyri 2018. Játtanin í 2017 var 2 mió. kr.

 

Allar umsóknir skulu skrivast á serstakt umsóknarblað til endamálið. Umsóknarblað við vegleiðing er á heimasíðu Mentamálaráðsins: www.mmr.fo ella fæst við at venda sær til:

 

Mentamálaráðið

Hoyvíksvegur 72

Postrúm 3279 - 110 Tórshavn

Telefon 30 65 00 – Telefax 30 65 55

e-postur.: mmr(at)mmr.fo 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her