Leita á in.fo

Vandi er fyri, a Svínoy, og aðrar útoyggjar, fara at fánað burtur í einki

Áki Bertholdsen 06.12.2018 (09:52)

Stúra fyri at tey missa eina lívsneyðuga tænastu

Tey, sum búgva á útoyggj, stúra fyri tí degi, tá ið Posta verður einskilt. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at selja almenna partafelagið, Posta, so at allur postflutningur verður á privatum hondum í framtíðini.

 

Men ein treyt verður, at tann, sum keypir Posta, skal hava skyldu at bera post út hesi næstu tíggju árini. Men tað er nettup, hvat ið fer at henda um tíggju ár, sum útoyggjafólk stúra fyri. Tí heldur Útoyggjafelagið, at verður Posta selt privatum, má tað vera ein treyt, at skyldan at bera post út, verður galdandi í allar ævir, tí tey halda ikki, at ein veitingarskylda upp á tíggju ár, er nokk.  

 

Verður tað ikki ein skylda at bera post út, fer postflutningurin til útoyggjarnar at fánað burtur í einki, halda tey í Útoyggjafelagnum. Tey siga, at postflutningurin er ein lívsneyðuga tænastu, og hon kann ikki latast til privat at røkja, uttan at trygd fæst fyri at hon heldur fram. Og harafturat má tænastan ikki verða verri enn hon er nú.

 

– Útoyggjarnar verða ongantíð øki, har tað loysir seg fíggjaliga at veita tænastur. Tænasturnar byggja tí á viljan hjá samfelagnum, at hava eina fjølbroytta búseting í Føroyum, siga tey í Útoyggjafelagnum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her