Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 08.02.2019 (15:18)

Stúra fyri ruðuleika í ferðsluni næstu ferð tað verður stórkavi

Maskinurnar hjá Landsverki eru so gamlar, at vandi er fyri, at tær ganga fyri, næstu ferð, tað verður brúk fyri teimum. Tað er niðurstøðan í samferðsluætlanini hjá Landsverki, sum sá dagsins ljós í gjár.

 

Støðan er so vánalig, at Landsverk sigur rætt og slætt, at tað er tíverri sannlíkindi fyri, at vegirnir ikki kunnu haldast farbarir, næstu ferð stórkavi verður, tí at maskinurnar ganga fyri.

 

Landsverk sigur, at seinastu fimm árini eru útreiðslurnar til at halda maskinurnar, støðugt hækkaðar, tí maskinurnar eru so gamlar og slitnar, at tær krevja alsamt meiri røkt. Landsverk vísir á, at hesi seinastu árini hava útreiðslurnar til vetrarhaldið ligið um 10 milliónir um árið.  Men tað eru fimm milliónir ov lítið, verður lagt afturat.

 

– Tað merkir, at verða 15 milliónir settar av til vetrarhaldið, ber tað kanska at hava eitt meira álítandi vetrarhald, sigur Landsverk. Men fortreytin fyri tí er eisini, at tey fáa nýggjari amboð at arbeiða við.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her