Leita á in.fo

Harriet Olafsdóttir 12.08.2017 (21:35)

Stuttligast um náttina

Elin Herta Hammer og Heini Joensen eiga og reka fyritøkuna Print2Shirt, ið er við bási á Summar Festivalinum. Tey selja klæðir, húgvur, taskur og keppar við ávikavist prent og broderingum á. Tað sum er serstakt við hesum bási er, at tað eru kundarnir sjálvir, ið avgera hvat skal standa á og onkuntíð eru tekstirnir rættuliga kreativir og ikki minst stuttligir.

Í ár eru tað serliga Snapchat nøvn, sum fólk vilja hava prentaði á serliga keppar og húgvur. Men eisini Bodystockar við tekstum sum; Ommusa Babbasa, Your one in a minion, Mamma eigur meg, men omma kann gott lána meg og øðrum. Fyrr upp á kvøldi eru tað serliga børn, foreldur og ommur, sum bíleggja klæðir við prent. Tá so tað byrjar at blíva seint og fólk kanska hava fingið eitt sindur upp í høvdið, tá er tað tað byrjar at blíva meira kreativt og stuttligt, greiðir Elin Herta frá.

Hettar er sjeynda árið tey eru við á Summar Festivalinum og spurd um hvat hevur verið tað stuttligasta ella mest kreativa onkur er komin við svarar Elin Herta soleiðis :

Tað er rættuliga ymiskt tí tað er so nógv sum eg kundi nevnt, men tað er altíð sermerkt tá fólk biða um klæðir har tey kunngerða at tey eru við barn ella at børnini skulu hava eitt systkin afturat.

Men eitt tað besta hevur verið ein bodystockur har tað stóð; Babba spyr um tú vilt gifta teg við honum ?

Elin leggur afturat, at hóast tey eru til arbeiðis og hava nógv at gera so at siga allan festivalin, so hugna tey sær allíkavæl óført, práta við fólk og fáa tann góða festival stemmningin við. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her