fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 6.2m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 14.06.2018 (00:00)

Stýrið: Vit hava onga almenna niðurstøðu enn

Enn er Kringvarpsstýrið ikki liðugt at viðgera málið um teldupostarnar. Tað var í kvøld klokkan 21.00, at Kringvarpsstýrið settist við tí eina endamáli at viðgera málið um teldupostarnar hjá Johnny í Grótinum til Vágaportalin.

 

Og júst nú vit skriva midnátt er fundurin liðugur. Men tað merkir ikki, at Stýrið hevur nakra almenna niðurstøðu um, hvat nú skal henda. Rúni Heinesen, stýrisformaður, sigur við in.fo nú í kvøld, at hóast fundurin er liðugur, so hevur Stýrið enn onga niðurstøðu at fortelja. Rúni Heinesen vil einki siga um, hví eingin niðurstøða er at frætta í kvøld. Stýrisformaðurin sigur tó, at stýrið ætlar sær at koma við endaligari niðurstøðu í hesum málinum skjótast. Hetta er ikki nakað mál at bíða við, segði Rúni Heinesen fyrr í dag, og tað heldur hann fast við í kvøld. 

 

Hesar seinastu tríggjar tímarnar hava stýrislimir viðgjørt sjálvt málið um samstarvið millum Johnny í Grótinum og Vágaportalin. Somuleiðis fekk Stýrið eina klagu frá tíðindadeildini í Kringvarpinum stutt fyri fundin. Í tí klaguni tóku tíðindafólk frástøðu frá tí, sum stjórin hevur gjørt í teldupostamálinum. 

 

Les eisini: Teldupostarnir: Í kvøld verður kringvarpsstjórin vigaður

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her