Suðurkorea: 50 millióinir í neyðhjálp til Norðurkorea

Seoul: Suðurkorea hevur samtykt eina ætlan um at senda neyðhjálp til Norðurkorea fyri umleið 50 milliónir krónur.

 

Tað skrivar suðurkoreanska tíðindastovan Yonhap.

 

Neyðhjálpin verður sambært suðurkoreansku stjórnini ikki ávirkað av núverandi støðuni.

 

Ágangandi framferðarhátturin hjá Norðurkorea hevur ført til tiltøk og fordømingar frá at kalla øllum heiminum.

 

Suðurkorea hevur fyrr sagt, at tey ætla at senda føðsluvørur serliga til kvinnur, ið eru við barn, og til børn í Norðurkorea, gjøgnum hjálparætlanina hjá ST (WFP).

 

Harumframt fer Suðurkorea at senda koppingarevni og annan heilivág gnøgum barnahjálparfelagsskapin hjá ST, Unicef.

 

/ritzau/