fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.03.2018 (18:00)

Suðuroyggin kann ikki bíða

Nú samgongan situr við fíggjarkørmunum fyri árið 2019 er tí eisini alneyðugt, at peningur verður settur av til at fáa veruliga gongd á Suðuroyartunnilin.

 

Tað skrivar Dennis Holm, borgarstjóri í Vági í lesarabrævi á Suðurrás.

 

Fyri lítlum mánaði síðani fegnaðist Dennis Holm um, at partar av samgonguni vóru sinnaðir at endurskoða tíðarætlanina fyri og fígging av tunlum í Føroyum, og vónaði hann, at hetta fór at fáa Suðuroyartunnilin á breddan.

 

Nú eftirlýsir hann aftur, at meiri verður gjørt á økinum. Hann sigur, at í 2022, tá Sandoyartunnilin er liðugur, er Suðuroyggin einasta stóra øki í landinum, sum ikki hevur fast samband við meginøkið.

Øll verkætlanin kring Suðuroyartunnilin má verða klár at seta ígongd í 2022, tá Sandoyartunnilin er liðugur... Tí sum framhald av Sandoyartunnlinum má borast tunnil til Suðuroyar, sigur Dennis Holm. Hetta merkir millum annað, at linjuføringar og fíggjarleistur mugu vera púra greiðir í góðari tíð frammanundan, skrivar hann.

 

Dennis Holm vísir á, at Sandoyggin og Suðuroyggin líkjast nógv á fleiri ymiskum økjum. Arbeiðsloysið og fólkafráflytingin er stór í teimum báðum oyggjunum í mun til restina av landinum. Hann heldur, at partur av orsøkini er, at suðringar ikki hava javnbjóðis atgongd til arbeiðsmarknaðin í meginøkinum.

 

Hetta hevur við sær, sigur hann, at arbeiðsloysið í Suðuroynni er tvífalt tað, sum tað er í restini í av landinum, at inntøkurnar í Suðuroynni eru væl lægri enn í øðrum pørtum av landinum og at kommunurnar tí hava lítlan og ongan inntøkuvøkstur í persónsskatti.

 

Umframt hetta stendur fólkatalið í stað, men meðan tey eldru gerast fleiri, minka barna- og ungdómsárgangirnir.

- Hetta eru alt veruleikar, sum eru púra alment kendir í landspolitisku skipanini! Tá umræður at skapa framburð og menning, er lítið at ivast í, at Suðuroyartunnilin er ein hin týdningarmesta íløgan fyri at skapa framburð og menning í Suðuroynni, skrivar Dennis Holm.

 

- Landsins leiðsla – løgmaður, landsstýrið og samgongan – má taka hesa avbjóðing og uppgávu í størsta álvara og seta Suðuroyartunnilin á landspolitisku dagsskránna nú. Suðuroyggin kann ikki bíða longur!

 

Les eisini Taka væl ímóti at Suðuroyartunnilin kemur á framskundaða dagsskrá 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her