fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 13.9m/s

Leita á in.fo

Suðuroyingar hava ikki somu møguleikar sum aðrir føroyingar at sleppa til ar beiðis, heldur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági

Áki Bertholdsen 06.09.2017 (09:20)

Suðuroyingar hava ikki atgongd til arbeiðspláss

– Suðuroyggin er á einum alvorligum vegamóti.

 

Tað staðfesti Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, tá ið hann bjóðaði vælkomin á kunnandi fund mánakvøldið um ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar.

 

Hann gekk skjótt ígjøgnum søguna og lýsti tær stóru broytingarnar, sum eru hendar í Suðuroy frá fyri einari øld síðani, tá ið meiri enn ein fjórðingur av Føroya fólki búði í Suðuroy, og tað búðu tvær ferðir so nógv fólk í Suðuroy, sum í Havn, til í dag

 

Hann vísti á, at tá var Suðuroy ein fíggjarligur kraftdepil har helvtin av føroyska fiskiskipaflotanum hoyrdi heima í Suðuroy. Og tað fekk nógv fólk at flyta til Suðuroyar, so at fólkatalið trýfaldaðist upp á lutfalsliga frá ár ímeðan fólkatalið í landinum annars, tvífaldaðust.

 

Men síðani hevur afturgongdin verið stútt og støðug og Suðuroyggin er alsamt dragnað aftur úr restini av landinum.

 

 

Les eisini: Tunnil til Suðuroyar í tveimum

 

 

Ikki minst er hevur afturgongdin verið sjónsk síðani Føroyar so við og við vórðu eitt tænastusamfelag, har tað serliga er í tórshavnarøkinum, at nógv arbeiðspláss verða stovnað.

 

Men samstundis verða tað eisini fleiri og fleiri øki kring landið, sum fáa fast samband við arbeiðsmarknaðin í Havn, og sostatt kunnu fólk búgva úti um landið og kortini ferðast til Havnar hvønn dag til arbeiðis

 

Men hendan møguleikan hava suðuroyingar ikki, og sostatt eru suðuroyingar útihýstir frá arbeiðsmarknaðinum í Havn, tí vit hava ikki fast samband. Samstundis er tað ov leingi at ferðast til at tað ber til at búgva í Suðuroy og arbeiða í Havn.

 

Sostatt dragnar Suðuroyggin aftur úr, so í Suðuroy hevur tað at kalla bara verið ein vegur, og tað er niðureftir. Dennis Holm sigur, at uppsjóvarvinnan, og alivinnan hava ikki vent gongdini,  tó at tað hevur bremsað afturgongdini.

 

 

Les eisini: Rætta tíðin at byrja at hugsa um tunnilin

 

 

Sum alla aðrastaðni, fara eisini nógvir ungir suðuroyingar uttanlands at útbúgva seg, summi verða verandi, men tey, sum koma aftur, sleppa ikki aftur til Suðuroyar, tí her eru ongi størv til tey.

 

– Tað vísir seg, at sama, hvussu góðar tíðirnar eru í Føroyum, sæst tað ikki aftur í Suðuroy, tí vit hava ikki atgongd til arbeiðsmarknaðini í Havn. Heldur ikki roktíðirnar, sum eru nú, síggjast aftur í Suðoyr, sigur borgarstjórin í Vági.

 

– Tí hava suðuroyingar eina stóra avbjóðing, at og tað er, at vit hava ikki atgongd til stóra arbeiðsmarknaðin í Havn.

 

– Vit standa á einum sera alvorligum vegamóti og ein undirsjóvartunnil er ein fortreyt fyri at vit fáa lut í arbeiðsmarknaðinum norðanfyri og fáa somu møguleikar, sum øll onnur í samfelagnum, sigur Dennis Holm.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her