Leita á in.fo

Savnsmynd

Áki Bertholdsen 07.12.2017 (07:42)

Summastaðni er himmalsins ódnarveður

Ódnarveðrið, sum boðað hevur verið frá seinastu dagarnar, er nú brostið á av álvara. Serliga er tað norðanfyri og í vestaraparti av landinum at tað er ringt veður. Men eisini í Suðuroy er fitt av vindi summastaðni, á Fámjinsvegnum er hann upp í 41 metrar. 

 

Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki sigur, at hann hevur mált upp í 51 metrar um sekundið á Gjáarvegnum og sambært maskinføraranum, sum grevur har, er tað »himmalsins ódnarveður« á Gjáarvegnum, og ikki hugsingur um at koyra.

 

Yvirhøvur er so nógvur vindur, at Landsverk mælir frá allari óneyðugari koyring, sum Árni Jacobsen málber seg. Á Oyndafjarðarvegnum er heldur ikki koyrandi.

 

Tað er eisini hált og krapi, og í erva á Vestmannavegnum er jarðrok, men tað verður kaldari, so tað er væntandi, at tað verður meiri jarðrok í erva og meiri krapi í neðra.

 

– Tað er skjótt at fólk kunnu koma í trupulleikar, skuldi hann øtla veðrið, sigur Árni Jacobsen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her