Leita á in.fo

Mortan Østerø 05.08.2016 (17:05)

Sunda kommuna í vøkstri

Trýstið á pílin undir myndini, og hoyrið samrøðuna við Heðin Zachariasen


Síðani Sunda kommuna varð skipað í 2005, er fólkatalið vaksið við 10,5 prosentum, og telur í dag 1.721 fólk - 164 fleiri enn í 2005.


- Vit hava lagt okkum eftir at veita teimum ungu familjunum góða tænastu í kommununi, samstundis sum vit hava tillagað prísirnar á dagstovnunum. Tað er helst tað, sum nú sæst aftur í vaksandi fólkatalinum, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu.



- Fólkatalið er størsta, sum tað nakrantíð hevur verið. Síðani samanleggingina er fólkatalið vaksið við áleið tíggju prosentum, leggur hann afturat.



At fólkatalið stendur í vøkstri í eini kommunu, sum fevnir um fleiri bygdir, hevur eisini sínar avbjóðingar við sær.


- Tað er ein avbjóðing at samansjóða alt øki við dagstovnum og skúlum, sum liggja eitt strekki frá bústøðunum hjá fólki, men tey flestu ferðast framvið bygdunum har dagstovnarnar eru, sigur Heðin Zachariasen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her