Sundabáturin í stórum stíli

6-mannafør menn: Ein stór bátslongd var aftur til Páll Fanga, sum var klárt næstfyrstur

Tað var eingin ivi. Sundabáturin vann greiðan sigur á varmakeldur í Fuglafirði. Sundabáturin var eina bátslongd undan Páll Fanga úr Klaksvík, sum aftur var meiri enn eina bátslongd undan Smyrli úr Vági. Í fjør vann Smyril FM, men higartil í ár er tað ikki eydnast honum at vinna seg at vera millum tveir teir fremstu.

 

Gongurólvur hjá Havnar Róðrarfelag sprakk avstað og var eftir startspurtin í fremstu røð saman við Páll Fanga og Sundabátinum.

 

Páll Fangi fekk ikki heilt so góðan start sum Gongurólvur og Sundabáturin. Men tað var skjótt, at Gongurólvur misti takið, og so var spurningurin, hvussu kappingin fór at verða millum teir báðar bátarnar, ið hava vunnið fyrr í ár – Sundabáturin hevur vunnið tveir og Páll Fangi ein róður.

 

Tað vísti seg skjótt, at Páll Fangi ikki megnaði at halda tørn um Sundabátin, sum stútt og støðugt gleið alt longur frá kappingarneytanum, og á málinum var tað meiri enn ein bátslongd frá Páll Fanga og fram til Sundabátin, sum við manning úr Norðdepli, Hvannasundi og av Viðareiði er stórur favorittur at vinna FM.

 

 

 

1Sundabáturin04:50.30700
2Páll Fangi04:52.43600
3Smyril04:56.07500
4Gongurólvur04:58.11400
5Hvessingur04:58.14300
6Strálan05:00.21200
7Hósvikingur05:04.27100
8Fortuna05:05.12010
9Romvlvs05:08.30000
10Víkingur99:99.99001