Barbara Holm 09.02.2017 (13:47)
Súni Schwartz: Betri sak enn nakrantíð móti Astrup
Taks er komið til eina endaliga niðurstøðu, sum ikki gevur Eik banka nakran skattafrádrátt. Hetta kann líkjast áskoðanini hjá Jørn Astrup Hensen, fyrrverandi stjóri í sama Eik banka.
Men hóast hetta hava Súni Schwartz Jacobsen og Eik banki ongar ætlanir um at sleppa sakarmálinum móti Jørn Astrup Hansen.
- Vit eru løgd undir at hava bidrigið og snýtt í skatti. Tað er ein alvorlig ákæra í móti einum banka og einari bankaleiðslu, og tað kunnu vit ikki hava sitandi á okkum, sigur Súni Schwartz Jacobsen við Kringvarpið í dag.
Víðari staðfestir hann, at bankin ikki leggur seg út í eitt rættamál fyri stuttleika.
- Vit meina og halda, at hetta er gingið okkum ov nær, og vit finna okkum ikki í at vera spilt út, sigur Súni Schwartz sum staðfestir, at nú er tað ein danskur dómari, sum eigur síðsta orðið.
Almenningurin fær ikki innlit í, hvørjar upplýsingar liggja til grund fyri nýggjastu avgerðini hjá Taks, men Súni Schwartz Jacobsen sigur, at hann er við gott mót.
- Eg kann heilsa og siga, at Taks í niðurstøðuni ikki tekur undir við tí, sum Jørn Astrup hevur ført fram. Tí hava vit betri sak enn nakrantíð, heldur bankastjóri.
Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á
red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum –
trýst her
Mest lisið
Ein býarmynd farin: Johan Restorff deyður |
|
- Eg skilji ikki eg yvirlivdi |
|
Annika Olsen eigur at fáa karantenu sum borgarstjóri í Havn |
|
Hetta er ein sterk søga at fortelja útlendingum |
|
Elia Enghamar maskottur á Anfield |
|
Heimsins størsta býfluga funnin |
|
Happarar mugu gjalda 2,2 miljónir |
|
Ein av størstu turrdokkum í Evropa |
|
Gongur illa at avgreiða eitt mál sum stór ósemja er um |
|
Fekk nýggja nøs í føðingardagsgávu |
|
Løgreglan: - Ikki svarið hesum teldupostinum |
|
Fekk Henrik Old sín vilja hevði tað sæð øðrvísi út |
|
Hevði Breivik sum fyrimynd: Ætlaði at drepa frá hond í USA |
|
So skrivar VG aftur um Hagen-gátuna |
|
Ætla at ala krækling |
|
Nýtt áhugafelag sett á stovn |
|
Sonni fingið nýtt starv |
|
Ein nýggjur Markus |
|
Noyðast at bíða í átta ár eftir at fáa tunnil |
|
Føroyar steingja fyri ferðafólk vegna varðveiting |
|
Unga Sjálvstýri nýggja nevnd |
|
Gátan um Anne-Elisabeth Hagen |
|
Vilja hava pengar til fýra hassj-hundar afturat |
|
Skulu veita lærarunum ráðgeving |
|