fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 4.4m/s

Leita á in.fo

Jóannes Hansen 17.06.2017 (16:09)

Svein Rógvi: Flytið róðurin onkra aðra staðni

Kappróðurin á sundalagsstevnu í Hósvík er fyribils útsettur til í morgin. Fyrrapartin fæst greiða á, um tað verður róð í Hósvík.

Sambært forsøgnunum fer veðrið at vera tað sama í morgin, sum tað er í dag. Harvið vera líkindini at rógva tey somu, sum tey eru ídag.

Á facebook er nógv  kjak um kappróður. Tað ber neyvan til í handavend at flyta róðurin úr einum øki og í annað, tí tað er nógv, sum skal fyrireikast.

Men tað er áhugavert at fylgja við í, hvat rógvarar og onnur við innliti í kappróðurin bera fram á torg.

 

Ein av royndastu rógvarunum er Svein Rógvi Ljósstein Nielsen. Hann hevur róð í nógv ár eitt nú við Klaksvíkingi. Nú er hann venjari hjá Orminum Langa, har hann situr á lærinum.

Svein Rógvi gevur sína greiðu meining til kennar á facebook:

-Flytið róðurin á annað stað, har tað eigur at verða róð í morgin. Eitt nú á Skálafjørðin ella til Klaksvíkar, har tað er logn á hesi ættini. Finnið eina loysn, so veðrið og óvissur í tí sambandi ikki ávirka úrslitið, eru ráðini hjá Svein Rógva Ljósstein Nielsen.

 

Hetta vikuskiftið er skálafjarðarstevna, men tað er eingin kappróður. FM kappróður er bara annaðhvørt ár á Skálafjarðarstevnu.

 

Tað ber til at fylgja kjakinum um róður og líkindi á facebook bólkinum kappróðrarkjak.