Svend C er eitt spennandi skip

- Skipið hevur bæði rækju-og makrelkvotu, og tað er bygt til báðar fiskiskapirnar, sigur føroyski skiparin, Anfinn Jacobsen.

Stóri grønlendski rækju-og uppsjóvartrolarin Svend C landaði í Reykjavík mánadagin og týsdagin. Teir høvdu roynt eftir makreli í Eysturgrønlandi og høvdu fingið 900 tons í 10 dagar.

 

- Tað var væl av makreli at fáa, og vit fingu nóg mikið til, at verksmiðan koyrdi alt samdøgnið, sigur skiparin, Anfinn Jacobsen, við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini.

 

Hann vísir á, at verksmiðjan eigur at klára at avhøvda, magadraga og frysta umleið 150 tons av makreli um samdøgnið, men enn eru teir ikki enn komnir heilt har upp.

 

- Hetta er bæði eitt stórt og gott skip, sum varð bygt í Turkalandi í 2016. Skipið hevur bæði rækju-og makrelkvotu, og tað er bygt til báðar fiskiskapirnar.

 

Anfinn Jacobsen sigur, at Svend C tí eisini er eitt spennandi skip at sigla við. Skipið hevur tríggjar RSV-kølitangar, sum taka umleið 45 tons hvør.

 

- Lastin er í tveimum hæddum, og øll 900 tonsini standa á plattum. So, skipið er sera væl útgjørt, leggur skiparin aftrat.

 

Hann sigur eisini, at tá kvotan er liðug í Eysturgrønlandi, fara teir á makrelveiði í altjóða sjógv norðan fyri Føroyar. Tá tann kvotan er uppfiskað, fara teir aftur til Grønlands á rækjuveiði.

 

Tað er Sikuaq Trawl A/S sum eigur Svend C, ið er 83 metrar langur, 17 metrar breiður og hevur ein motor á 6960 KW.

 

- Grønlendingar og føroyingar manna skipið, sum er skrásett í Nuuk, veit Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini at siga í dag.